Innanlands

Fólkaflokkurin tekur seg úr samstarvinum við Tjóðveldi og Framsókn

Einasti býráðslimir hjá í Torshavnar kommunu hjá Fólkaflokkinum, fer nú at taka støðu frá máli til mál

Birgir Nielsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Birgir Nielsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-03-23 18:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá býráðsfundurin byrjaði seinnapartin boðaði Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar býráð frá, at hann tekur seg úr minnilutasamstarvinum við Tjóðveldi og Framsókn í býráðnum.

Birigr las sjálvur skrivið upp, sum var soljóðandi:

- Hervið skal eg boða frá, at Fólkaflokkurin og undirritaði býráðslimur í dag tekur seg úr minnilutasamstarvinum við Tjóðveldi og Framsókn í Tórshavnar Býráð. Hereftir verður Fólkaflokkurin og undirritaði ein sjálvstøðugur partur í býráðnum og komi eg at taka støðu frá máli til mál.

- Orsøkin til hesa broyting skal síggjast í, at eg sum býráðslimur higartil havi stuðlað flest øllum málum hjá sitandi meiriluta, sum somuleiðis í stóran mun hava verið somu mál sum eg og Fólkaflokkurin fóru uppá val uppá og harvið ynsktu at stuðla.

- Hinvegin má eg ásanna, at eg í nógvum málum ikki havi tikið undir við uppskotum frá pørtum av minnilutanum, av tí at eg ikki síggi Fólkaflokkin og borgarligan politikk aftur í nógvum av hesum málum hjá pørtum av minnilutanum.

- Eg má eisini staðfesta, at Fólkaflokkurin í veruleikanum hevur mist annan býráðslimin til Tjóðveldi, tá Annika Olsen valdi at varðveita býráðssessin, hóast hon varð vald av Fólkaflokkinum til síðsta býráðsval.

- Tað er ongin loyna, at vit í Havnar Framburðsfelag, har eg eri formaður, heldur høvdu ynskt, at næstvaldi á fólkaflokkslistanum natúrliga fekk hendan sessin. Men eg skal takka Anniku Olsen fyri tíðina sum limur í Havnar Framburðsfelag og ynskja henni alt tað besta framyvir.

- Hetta tilsamans er grundgevingin fyri, at Fólkaflokkurin og eg taka okkum úr minnilutanum í dag og framyvir verða ein sjálvstøðugur partur í Tórshavnar Býráð.

- Eg skal nýta høvið at takka fyri samstarvið við minnilutan og eg síggi fram til eitt framhaldandi gott samstarv við allar býráðslimir, segði Birgir Nielsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder