2024-08-03 16:41
Formaðurin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, og nú kona hansara, Helena Vang, gingu seinnapartin í hjúnalag.
Vígslan var í Ebenezer í Havn og móttøka var aftaná. Brúdleypið verður hildið í Varpinum í Klaksvík fyri innbodnum.
(Mynd: Fólkaflokkurin)
27 ára gamli Beinir Johannesen varð valdur í løgtingið á fyrsta sinni við 998 persónligum atkvøðum í 2019. Stutt undan løgtingsvalinum í 2022 bleiv hann formaður í Fólkaflokkinum, og varð á valinum valdur við 1688 atkvøðum.
Beinir Johannesen er abbasonur Vilhelm Johannsen, og pápabeiggja hansara er løgmaður, Aksel V. Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald