Nýggastu tølini hjá Hagstovu Føroya vísa ein óvanliga høgan fólkavøkstur. Fólkatalið var 50.927 tann 1. juni. Tað vaks við 837 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðar skeiðinum 1. juni 2017 – 1. juni 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 252 og nettotilflyting á 585. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 27 minni, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er vaksin við 155.
Fólkavøksturin heldur fram við somu ferð
Seinastu trý árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og hann heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin í vøkstrinum lá um 1,5% fram til síðsta heyst, tá hon linkaði nakað til 1,3%-1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men so var ikki. Tí móti vári og nú í summar er vøksturin komin uppaftur og meir enn tað, so hann er nú 1,7%.
Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting – og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini venda aftur við næstu uppgerðir.
Farin upp um 51-túsund
At fólkatalið í hesi aktuellu uppgerðini pr. 1. juni er komið upp á 50.927, ger, at vit í skrivandi løtu helst longu eru farin nakað upp um 51-túsund í fólkatalið. Í fjør vaks fólkatalið í juni við 126 og tá vøksturin í juni í ár ikki verður minni, eru vit helst farin eini hálvthundrað upp um 51-túsund, tá vit um ein mánað gera fólkatalið upp pr. 1. juli.
Hví gera vit so ikki bara fólkatalið upp nú pr. 1. juli? Tað er tí, at tá má ganga í minsta lagið ein mánaður, áðrenn vit kunnu rokna við at flestallar fráboðanir um fødd, deyð, tilflutt og fráflutt fyri undanfarna mánaðin eru innkomnar, so at tølini, ið vera kunngjørd, eru mest møguliga rættvísandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald