Innanlands

Fólkatalið í Vágs Kommunu kvinkar uppeftir

1. november búðu 1.380 fólk í kommununi. Tað at ein lítil fólkavøkstur er, merkist á ymsan hátt hjá Vágs kommunu

Mynd: vagur.fo

Mynd: vagur.fo

2022-12-13 15:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hóast gongdin í Suðuroynni ikki gongur rætta vegin, so er gongdin í Vágs Kommunu øvugt. Okur eru 4 fólk fleiri, enn somu tíð í fjør. 1. november búðu 1.380 fólk í Vágs Kommunu í mun til 1.376 somu tíð í fjør. Eisini kann nevnast, at tað legst til fólkatalið í Hovi og Porkeri, har búði ávíkavist 3 og 15 fólk fleiri, enn somu tíð í fjør.

Hetta skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu í samband við, at nýggjastu tølini fyri íbúgvar í Føroyum eru kunngjørd.

Les eisini: Vit vóru 54.159 fólk í november

Heimasíðan vagur.fo vísir millum annað á, at tað merkist, at fleiri børn verða
innskriva í barnaansingina. Av tí hevur verið neyðug at útbyggja barnagarðsøkið.

- Í summar keypti Vágs Kommuna húsini við síðurnar av barnagarðinum. Hesi hús hava fyri nøkrum árum síðan verið brúkt til barnagarð - tað var áðrenn nýggi barnagarðurin Eikilund bleiv bygdur. Eftir ætlan so fara tey fyrstu børnini inn har fyrst í komandi árið. Fólk frá tekniska toyminum hjá Vágs Kommunu, hava síðan í summar arbeitt við at gera húsini klár. Tað verður pláss fyri umleið 40 børnum.

Les eisini: Ætla at útbyggja barnagarðin í Vági

Eitt, sum eisini merkist í Vági, er, at persónsskattainntøka hjá Vágs Kommunu er hækkandi. Í november komu 4,5 milliónir inn í skatti - sama mánaða í 2021 var talið 3,9 milliónir, upplýsir kommunan Higartil er samlaða persónsskattainntøkan hjá Vágs Kommunu fyri árið 45,5 milliónir.

Næsta ár verður skattaprosentið lækka við 0,2 prosentum - frá 21,5 til 21,3 prosent

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder