Innanlands

Fólkatalið vaks við 915 síðsta árið

Fólkatalið var 51.237 tann 1. novembur

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-12-12 09:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fólkatalið var 51.237 tann 1. novembur. Tað vaks við 915 fólkum ella 1,8% í 12-mánaðarskeiðinum 1. novembur 2017 – 1. novembur 2018, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni. Tað kemur av einum burðaravlopi á 270 og nettotilflyting á 645. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 34 minni, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er 238 størri.

[object Object]

Fólkavøksturin heldur fram við somu ferð
Seinastu fýra árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og hann heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin var um 1,5% í ársvøkstri fram til síðsta heyst, tá hon linkaði nakað til 1,3 - 1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men so var ikki. Tí móti vári og nú móti vetri er vøksturin komin uppaftur og meir enn tað, so hann nú er 1,8%.

Tølini kunnu sveiggja nógv, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting – og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini broytast aftur við næstu uppgerðir.

[object Object]

Nettotilflytingin er methøg
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.188, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.

Meðan fráflytingin nú á fimta árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 500 fólk minni og tilflytingin eini 500 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á 381 í 2011/12 vend til eina positiva nettoflyting upp á 645 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2017/18.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder