Innanlands

Fólkatingssessurin fær týdning tá valið nærkast

-Tað eru bara sjálvstýrisveljarar, sum eru sannført ímóti fólkatingsumboðanini

Núverandi føroysku fólkatingslimirnir, Sjúrður Skaale og Magni Arge

Núverandi føroysku fólkatingslimirnir, Sjúrður Skaale og Magni Arge

2019-05-10 11:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkatingsvalið tykist at fáa alt meira týdning fyri føroyska veljaran so hvørt sum valið nærkast.

Í eini kanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin mikukvøldið varð spurt ”Hvønn týdning hava fólkatingssessirnir fyri teg?”. Hin spurdi fekk møguleika fyri at geva eina meting frá 1 til 5 har 1 merkir ”sera lítlan týdning” og 5 merkir ”sera stóran týdning”.

Miðalúrslitið gjørdist 3,0 – altso at fólkatingssessurin hevur ein týdning á væl meira enn miðal. Hjá øllum flokkum uttan tí eina halda veljararnir fólkatingssessirnar hava ein týdning á meira enn 2,5.

Og tann eini flokkurin – ja, júst tað – er Sjálvstýri, sum, kvøldið undan kanningin varð gjørd, kunngjørdi í sjónvarpinum, at ein atkvøða fyri Sjálvstýri er ein atkvøða til ein tóman sess á Fólkatingi.

Spyr.fo setti sama spurning í kanningini, sum varð gjørd 24. februar, og myndin er rættiliga greið. Veljararnir hjá so at siga øllum flokkum leggja størri týdning í fólkatingssessin nú, enn teir gjørdu fyri góðum tveimum mánaðum síðani.

Undantakið er teir veljararnir, sum upplýstu, at teir fóru at seta krossin fyri Sjálvstýri. Í februar góvu hesir veljararnir fólkatingssessunum ein týdning á 2,7 í miðal á skalanum 1 til 5. Nú er áhugin farin niður á 1,5. Spurningurin er so um tað eru sjálvstýrisveljararnir, sum hava broytt meining í hesum spurningi, ella um Sjálvstýrið hevur skaffað sær nýggjar veljarar eftir fráboðanini um tóma tingsessin.

Spyr.fo spurdi eisini um Føroyar eiga at hava umboðan á Fólkatingi, og her vísir úrslitið – ikki óvæntað – at sambandsveljararnir og til deils javnaðarveljararnir eru sannførdir um at so skal vera. Eisini hjá Fólkaflokkinum er stórur meiriluti fyri føroyskari umboðan á fólkatingi.

Eisini í Framsókn og í Tjóðveldi er meiriluti fyri at Føroyar skulu hava umboðan á fólkatingi. Hin vegin er bara ein flokkur, sum hevur stóran meiriluta fyri, at Føroyar ikki skulu hava umboðan á fólkatingi. Og tað er Sjálvstýri, har tað kortini er størsti partur, sum er í iva og svaraði ’veit ikki’.

Samlað er tað ein stórur meiriluti millum føroysku veljararnar – 76,3 prosent – fyri at føroyingar eiga at hava umboð á Fólkatingi. Og hetta er eisini munandi meira enn til kanningina í februar mánaði.

Les eisini: Sambandsflokkurin stendur at vinna fólkatingsvalið

 

Seinni í dag fara vit at kunngera úrslitið av sjálvari veljarakanningini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder