Seinastu fýra árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, í Føroyum og hann heldur fram.
Hagstova Føroyar skrivar, at ferðin var um 1,5% í ársvøkstri fram til síðsta heyst, tá hon linkaði nakað til 1,3 - 1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men so var ikki. Tí móti vári og nú út á heystið er vøksturin komin uppaftur og meir enn tað, so hann nú er stívliga 1,6%.
Størsti vøkstur í miðstaðar- og eysturoyarkommunum
Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 456, Runavíkar við 78 og Klaksvíkar við 72. Síðani miðalstóru kommunurnar, Nes við 56, Sunda við 43, Sjóvar við 41 og Eystur við 39 fólkum.
Serliga stórur vøkstur er í nøkrum bygdum á Skálafjørðinum, Toftir (í Nes kommunu) við 43 fólkum ella 5,4%, Strendur (í Sjóvar kommunu) við 41 fólkum ella 4,9% og Skála (í Runavíkar kommunu) við 27 fólkum ella 4,0.
Av smærri kommununum er lutfalsliga størsti vøkstur í Kunoyar við 3,5% og Eiðis við 2,5%.
Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs, Tvøroyrar og Hvalbiar kommunum við ávikavist 24, 12 og 10 fólkum.
Samanumtikið er vøkstur í 19 kommunum og stillstøða ella minking í 10. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.
Minking í Suðuroy og flestu útoyggjum
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó lítil vøkstur í Sandoy og beinleiðis munandi minking í Suðuroy við 28 fólkum ella 0,6%.
Av útoyggjum er ein vøkstur í Nólsoy við 6 fólkum og í Skúvoy við 1, meðan í Stóru Dímun og Koltri er óbroytt. Í hinum útoyggjunum minkar, mest í Hestoy við 5 – og tað er ein fimtingur av fólkatalinum, sum var fyri einum ári síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald