Innanlands

Førarin hevði ikki tryggjað treylaravognin

Løgreglan tók í gjár nummarpláturnar av treylaravogni, har øll viðurskifti ikki vóru í lagi

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-08-20 11:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk fyrrapartin í gjár fráboðan frá einum bilførara, sum nærum hevði rent á ein treylaravogn, sum einki ljós hevði.

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn visti í morgun ikki at siga, um hetta var í einum tunli ella um tað bara var ringt sýni onkustaðni.

Men í øllum førum fekk løgreglan fatur á føraranum á treylara, og mettu vognin mangla so mikið, at nummarpláturnar vóru tiknar av honum.

Tað er førarin, sum hevur ábyrgdina av tí sum hann koyrir við, og hevur skyldu at tryggja sær, at akfarið er í lógligum standi. Førarin verður skuldsettur fyri hetta, og fær eina bót.

Í summum førum kann ábyrgdin eisini hangast upp á eigaran, og báðir partar kunnu fáa bát. Tað kann vera um viðlíkahald ikki verður gjørt, eitt nú, upplýsir vaktleiðarin.

Ferðslupolitiið var eisini úti við ferðmátaranum í Eysturoynni um døgurðatíð í gjár. Har vóru tveir sum koyrdu 70 km/t og 78 km/t, og fáa ávikavist bót og klipp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder