Innanlands

Ford mest seldi bilur í oktober

Volkswagen er mest selda bilmerkið higartil í ár. Ford og Toyota eru beint í hølunum

2019-11-05 22:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

28 nýggj akfør av slagnum Ford vóru seld í oktober. Tað ger Ford til mest selda bilmerkið síðsta mánað.

Í hølunum á Ford eru Toyota og Volkswagen við ávikavist 26 og 25 bilum. Hetta eru annars tey merkini sum vanliga liggja í toppinum. Okkurt kundi tó bent á, at vit fara at síggja meira til Ford næstu mánaðirnar, tí í august lá amerikanski bilframleiðarin eisini á fyrsta plássið.

Bilasølan Wenzel umboðar Ford í Føroyum.

Samlað er Volkswagen mest seldi bilur higartil í ár við 291 skrásettum nýggjum akførum.

10 mest seldu bilmerki oktober
1. Ford (28 akfør)
2. Toyota (26 akfør)
3. Volkswagen (25 akfør)
4. Suzuki (18 akfør)
5. Volvo (15 akfør)
6. Renault (14 akfør)
7. Brenderup (10 akfør)
8. Variant (9 akfør)
9. Opel (8 akfør)
10. Peugeot (8 akfør)

10 mest seldu bilmerki higartil í ár
1. Volkswagen (291 akfør)
2. Ford (266 akfør)
3. Toyota (266 akfør)
4. Renault (224 akfør)
5. Nissan (220 akfør)
6. Suzuki (125 akfør)
7. Volvo (125 akfør)
8. Mitsubishi (121 akfør)
9. Citroen (105 akfør)
100. Mercedes-Benz (98 akfør)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder