Innanlands

Forkunnug vitjan í Eysturkommunu

Hósdagin 23. september vitjaði EFTA bólkurin og føroyska sendikvinnan í Brüssel á býráðshúsinum

2021-09-26 10:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin 23. september vitjaði EFTA bólkurin og føroyska sendikvinnan í Brüssel á býráðshúsinum í Eysturkommunu.

Hetta var í sambandi við, at sendikvinnan var á vitjan í Føroyum við EFTA bólkinum, og tí umboð frá Eysturkommunu vitjaðu sendikvinnuna fyrr í ár.

EFTA er ein fríhandilsfelagsskapur, har Ísland, Noreg, Sveis og Liktinstein eru limir. Áhugi var at hoyra um framfúsa vinnulívið í kommununi, og tí vóru framløgur frá umboðum fyri Varðan og Sjókovan. Harafturat greiddi borgarstjórin, Per Martin Gregersen frá um Eysturkommunu.

Eisini var høvið hjá gestunum at síggja stásiliga býráðshúsið í Norðragøtu.

Eysturkommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder