Mentan

Forlagið Torgard fer í søguna

Seinastu 13 árini hevur forlagið Torgard hjá Hugin Eide, ið m.a. gevur út føroyskan skaldskap á donskum, givið út fleiri enn 70 útgávur, men 1. september yvirtekur forlagið Vild Maskine alt virksemið

(Mynd: Forlaget Torgard)

(Mynd: Forlaget Torgard)

2021-08-30 13:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Forlagið Torgard fer nú í søguna. 1. september verður virksemið hjá forlagnum nevniliga yvirtikið av forlagnum Vilde Maskiner. Hesum boðar ritstjórin, Hugin Eide frá.

Í 2008 stovnaði Hugin Eide forlagið við tí endamáli at útgeva danskar umsetingar av føroyskum skaldskapi. Síðani er virksemið víðkað til eisini at fevna um umsetingar av skaldskapi á øðrum málum, og seinastu 13 árini hevur forlagið Torgard givið út fleiri enn 70 útgávur.

Umframt umsetingar av føroyskum skaldskapi hevur forlagið givið út umsetingar av fleiri bókum úr Íslandi, Svøríki, Noregi, og Kekkia, umframt nýggjar danskar útgávur.

Orsøkin til, at Vild Maskine yvirtekur Torgard er, at seinastu árini hevur verið ringt at finna tíð og orku at reka forlagið, og er tað ikki longur haldbært at reka tað sum eitt einmanns-frítíðarforlag. Tí hevur Hugin Eide gjørt avtalu við Mads Heinesen og Rebekka Gertz Andersson á Vild Maskine um yvirtøku av øllum virkseminum – bæði gamlar útgávur og allar núverandi avtalurnar. Sostatt verða útgávurnar hjá forlagnum Torgard framvegis á marknaðinum.

Hugin Eidi fer eisini at arbeiða fyri Vild Maskine sum m.a. umsetari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder