2019-04-01 17:40
Hjálparfólkunum á dagstovnunum í Tórshavnar kommunu standa nú í boði at verða førleikament. Barna- og ungdómsdeildin í Tórshavnar kommunu skipar fyri skeiðnum. Og skeiðið verður fyrstu ferð 1. apríl 2019. Skeiðið verður afturvendandi.
Skeiðið fer at geva hjálparfólkunum á dagstovnaøkinum nýggj amboð í teirra arbeiði og fer at veita teimum førleikar til at arbeiða við kjarnuuppgávunum á dagstovnunum, skrivar kommunan.
Tórshavnar kommuna strembar eftir at veita eina dygdargóða tænastu á dagstovnaøkinum við førleikamentum starvsfólki, ið støðast, og er hetta ein liður í hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald