Innanlands

Formaðurin í Pedagogfelagnum: Almannaverkið ringt við at fylgja reglunum

Jógvan Philbrow kallar handfaringina av starvsfólkamálinum við Hildur Hermansen ómenniskjaliga

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-03-11 14:25 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Eg haldi hetta vera eitt mál, sum er meira komplekst mál enn tað letur til. Almannaverkið hevur nakrar strukturellar trupulleikar. 

Tað sigur Jógvan Philbrow, formaðurin í Pedagogfelagnum. Hann vil ikki siga ov nágreiniliga hvørjar strukturellar trupulleikar talan er um, bara at talan ikki er um tað fyrsta starvsfólkamálið, har Almannaverkið ikki hevur gjørt alt rætt. 

Les eisini: Uppsagdur við løn í trý ár  

Í málinum um Hildur Hermansen er talan um, at Hildur í tveimum førum varð uppsøgd uttan ávaring ella skrivliga grundgeving. Hildur Hermansen hevur heldur ongantíð fingð nakað ætlanarskriv um uppsøgn.  

- Tað vísir seg at Almannaverkið hevur torført við at halda reglurnar, sigur formaðurin í pedagogfelagnum. 

Góðtaka ikki framferðarháttin 
- Vit kunnu als ikki góðtaka viðferðina, sum Hildur Hermansen hevur fingið, sigur Jógvan Philbrow. 

Les eisini: Áhaldandi trupulleikar millum stjóran og leiðaran førdu til uppsøgn 

Hann sigur at tey fara at gera viðmerkingar til málið, sum allarhelst fara at verða sendar Almannaverkinum í fyrstu atløgu. Men hann vil ikki siga, um viðmerkingarnar verða rættaðar ímóti einstaklingum í Almannaverkinum, bert at tey als ikki kunnu góðtaka handfarðingina av starvsfólkamálinum hjá Hildur Hermansen. 

- Hon er blivin ógvuliga ómenniskjasliga viðfarin, staðfestir Jógvan Philbrow at enda. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder