Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, finnst at Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, nú uppskot um yvirtøku av landslæknaembætinum er sent til hoyringar.
Tað var fyrr í vikuni, at Sirið Stenberg boðaði frá, at Heilsu- og innlendismálaráðið hevði sent uppskotið til hoyringar.
Í viðmerking til uppskotið segði Sirið Stenberg, at hon hevur ætlanir um at skipa ein Fólkaheilsumyndugleika, sum skal vera føroyski fakmyndugleikin á heilsuøkinum. Føroyski landslæknin verður krummtappurin í nýggja Fólkaheilsumyndugleikanum, sum eisini kemur at fevna um Fólkaheilsuráðið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, umframt møguliga aðrar viðkomandi stovnar á heilsuøkinum.
- Landslæknin hevur til høvuðsuppávu at styrkja sjúklingatrygdina við at hava eftirlit og góðkenning av heilsufakfólkum í føroyska heilsuverkinum. Henda uppgávan verður umsitin í samráð við Ráðið fyri sjúklingatrygd, ið hevur førleikar og styrki til at tryggja eitt trygt og gott heilsuverk.
- Men nú vil landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, at landslæknaembætið skal yvirtakast uttan at vit vita, hvat kemur í staðin, skrivar Bárður S. Nielsen í lesarabrævi.
Bárður S. Nielsen vísir á, at Sirið Stenberg eisini nýliga hevur "noktað Novo Nordisk Grunninum at seta á stovn miðstøð fyri diabetes í Føroyum". Hann sigur, at ein slík miðstøð kundi veruliga sett gongd á at menna diabetesviðgerðirnar í heilsuverkinum. Hon noktar harafturat at taka ímóti gávum til at listprýða nýggja bygningin á Landssjúkrahúsinum, leggur hann afturat.
Les alt lesarabrævið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald