Innanlands

Formanskjak um koronastøðuna í kvøld

Formenninir í øllum politisku flokkunum fara í kjalarvørinum av at nýggjastu tilmælini vórðu kunngjørd í dag, at kjakast um hvør kósin skal verða

Kjakið verður í Kringvarpinum klokkan 19.30 (Mynd: Sverri Egholm)

Kjakið verður í Kringvarpinum klokkan 19.30 (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-14 13:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru nú beint yvir tveir mánaðir síðani, at Føroyar fóru niður í ferð orsakað av koronasmittuni. Á tíðindafundi á Grækarismessu vórðu fyrstu tilmælini sett í verk, og samfelagið broyttist frá degi til dags. Tá vóru tríggir koronatilburðir staðfestir.

Í dag var aftur tíðindafundur - ein av sera mongum seinastu tveir mánaðirnar.  Har staðfesti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at samfelagið er við at líkjast tí, sum vit kenna tað, og at fáar avmarkingar nú eru eftir. Í løtuni er eingin koronatilburður í Føroyum. Seinastu tilburðirnir vórðu staðfestir fyri trimum vikum síðani.

Les eisini: 
Øll sleppa nú aftur í skúla - frástøðan er nú ein metur

Tað eru serliga ferða- og tænastuvinnan, sum framvegis eru rakt hart av støðuni, og serliga ferðavinnan hevur als ikki sama virksemi.

Sí eisini: 
- Vit lata ikki upp fyri íslendingum enn
Løgmaður: Vit vilja ikki hava smittuna til Føroyar
 

Í kvøld fara formenninir í øllum politisku flokkunum at skifta orð um støðuna, nú stórir tveir mánaðir eru síðani, at koronasmittan varð staðfest í landinum, og hvør kósin skal verða frameftir. Kjakast verður um, hvussu Føroyar lata upp aftur og um nýggjastu tilmælini frá landsstýrinum.

Hesum boðar Kringvarpið frá. Kjakið verður verður í kvøld klokkan 19.30, beint eftir Dag og Viku.

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder