Innanlands

Forfólkaumfar verður í kvøld

Helgi Abrahamsen er fyri Bárð á Steig Nielsen, sum er burturstaddur. Annars verða øll forfólkini í eykasending hjá Kringvarpinum klokkan 19

Aksel V. Johannesen hevur útskrivað nýval - og harvið er valstríðið byrjað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen hevur útskrivað nýval - og harvið er valstríðið byrjað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-25 17:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint eftir klokkan 15.30 útskrivaði ein heldur sinnisrørdur Aksel V. Johannesen út nýval at vera 26. mars.

Les eisini: Løgmaður hevur útskrivað nýval

Valstríðið er harvið byrjað, og longu klokkan 19 í kvøld bresta forfólkini í flokkunum saman.

Hetta í beinleiðis eykasending í Kringvarpinum.

Helgi Abrahamsen, tingbólkaformaður hjá Sambandsflokkinum, er fyri Bárð á Steig Nielsen, sum er burturstaddur í persónligum ørindum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder