placeholder
Uttanlands

Fornfrøðingar funnið 2400 ára gamlan bát

Hetta er elsti bátur nakrantíð funnin

2018-10-24 20:19 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fornfrøðingar hava funnið eitt vrak av einum báti í Svartahavinum, sum vísir seg at verða 2400 ára gamalt.

Vrakið er frá 400 ár áðrenn Kristus, og er í sera góðum standi, tí at tað hevur ligið á 2 km dýpi, har næstan einki ilt er í vatninum. Tað merkir, at lívrunnið evnið kann varðveitast í fleiri túsund ár.

Bretska-bulgarska Black Sea Maritime Archaeology Project ehvur funnið fleiri enn 60 vrak eftir bátum eftir at hava kannað 2000 ferkilometrar av botninum.

C-14 tíðarfesting hevur staðfest, at hetta er elsta vrakið eftir báti, sum nakrantíð er funnið.

Fornfrøðingarnir hava eisini funnið eitt russiskt skip frá 1600 talinum og eitt rómversk handilsskip.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder