24 framførslur. Tað er tað, sum er á skránni fyri Føroya fyrsta talgilda festival. Hann byrjar longu klokkan 11, og Teitur Lassen leggur út.
Seinastu dagarnar hava nógvir tónleikarar framført á netinum, men einki yvirlit hevur verið nær tey framføra, og hvar tað kann síggjast. Tað er tað nú.
Kringvarpið hevur gjørt eina skrá, og savnað øll nøvnini og leinkini til framførslurnar, sum vera á netinum í dag.
Sum nevnt byrjar Teitur klokkan 11, og so eru mýggjar konsertir á skránni at kalla hvønn tima til klokkan 23 í kvøld.
Á plakatini eru millum annað nøvn sum Edith Dahl Jakobsen, Son of Fortune, Eivør, Signar í Homrum, Marius Ziska, Hallur Joensen, Eyðun & Terji, Danny Baldursson, Tinganest, og onnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald