Innanlands

Føroya Tele og Shetland Space Centre farin undir samstarv

Føroyski televeitarin skal vera við at seta ferð á menning av vinnu innan fylgisveinavirksemi í arktis

2018-11-23 13:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya Tele og Shetland Space Centre (SSC) eru farin undir serligt altjóða samstarv, har aðalmálið er at seta ferð á menning av vinnu innan fylgisveinavirksemi í artiska økinum.

Føroya Tele er longu ein virkin viðleikari á Hetlendska samskiftismarknaðinum millum annað við at veita skjótt fipursamband gjøgnum SHEFA-kaðalin til Hetlands og Orknoyggjar. Samstarvið millum Føroya Tele og SSC hevur við sær, at sambandið millum oyggjasamfeløgini verður víðkað til eisini at fevna um eina møguliga vinnu innan fylgissveinavirksemi.

”Leikluturin hjá Føroya Tele verður í fyrstu syftu at verða patur av virkseminum hjá SSC á oynni Unst í Hetlandi, við tøkniligari serfrøði og vinnumøguleikum innan økir so sum hýsing og viðgerð av data. Samstarvið millum Føroya Tele og SSC fevnir harumframt um møguleikar at byggja eina jarðstøð í Føroyum, umframt aðrastaðni í arktiska økinum, sum móttaka data frá fylgisveinum”, sigur Jan Ziskasen, samtakstjóri á Føroya Tele.

“Eins og vit, eru føroyingar ágrýtnir og síggja møguleikar heldur enn forðingar. Okkara oyggjaflokkar hava longu tøtt sambond, og hetta samstarvið gevur so avgjørt meining, vinnuliga og mentanarliga. Ætlanin er at menna eitt netverk av fylgisveinajarðstøðum, við tí endamáli at fáa mest møguligt burturúr okkara lendi og støðu”, sigur Frank Strang, stovnari av SSC.

Eftir ætlan verður ein jarðstøð til fylgissveinasamskifti klár á Unst í Hetlandi við árslok 2019. Risastóra amerikanska fyritøkan Lockheed Martin er partur av verkætlanini og er, við serkønari vitan og drúgvum royndum innan flog- og rúmdarídna, ein spennandi og týdingarmikil partur av samstarvinum um at menna eitt netverk av fylgisveinajarðstøðum.

Føroya Tele hevur frammanundan samstarvinum við SSC gjørt forkanningar til eina arktiska fylgissveinaætlan saman við strategiskum samstarvsfeløgum í Arktis. “Hendan vinnan er alsamt vaksandi og liggur tætt at verandi virksemi hjá Føroya Tele, og hevur tað tí alstóran týdning, at vit taka lut í menningini og teimum vinnumøguleikum, ið eru innan hetta øki. Vit eru sera spent til samstarvið við SSC og Lockheed Martin, og hvørjar møguleikar hetta kann hava við sær”, sigur Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder