Innanlands

Pætur Eysturskarð stillar upp fyri Føroyaflokkin

Umframt Hjalmar Zachariassen verður 38 ára gamli Pætur Eysturskarð úr Fuglafirði eisini at síggja á listanum hjá flokkinum

Pætur Eysturskarð (Mynd: tsk.fo)

Pætur Eysturskarð (Mynd: tsk.fo)

2019-07-13 19:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár frættust tíðindini um, at Føroyaflokkurin er vorðin góðkendur av Heilsu- og Innlendismálaráðnum, og kann flokkurin nú stilla upp til næsta løgtingsvalið, sum skal vera í seinasta lagi 31. august.

Í Facebook dagføring í vikuni hevur flokkurin eisini kunngjørt sítt næsta valevni.

Umframt Hjalmar Zachariassen, formaður og stovnari av flokkinum, verður Pætur Eysturskarð úr Fuglafirði eisini á listanum hjá Føroyaflokkinum.

Pætur Eysturskarð er 38 ár og útbúgvin civilverkfrøðingur í robottøkni frá DTU. Hann starvast dagliga í Tekniska Skúla í Klaksvík sum økisleiðari fyri tøknibreytina HTX.

Hann býr í Fuglafirði saman við soni sínum.

Umframt at vera sera virkin við nógvum verkætlanum, er Pætur eisini íverkseti. Hann rekur kaffistovuna Turkihúsið, sum heldur til í Fuglafirði yvirav Mentanarhúsinum.

- Tað er eingin ivi um, at Pætur er ein maður við nógvari vitan, royndum og dygdum, sum vit koma at njóta gott av, skrivar flokkurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder