Hjalmar Zacariassen hevur seinastu dagarnar savnað inn 137 undirskriftir til Føroyaflokkin.
Hetta svarar til 17,1 prosent av teimum 800, ið skulu til fyri at kunna stilla upp til løgtingsvalið, skrivar Kringvarpið
Tað var í fjør, at Hjalmar Zachariassen tók stig til at stovna Føroyaflokkin, ið eitt nú fer at leggja dent á frían marknað og sjálvræði fyri einstaklingin.
Farið var í holt við at savna inn undirskriftir fyri at flokkurin kundi stilla upp, men seinni varð hetta arbeiðið niðurlagt, og Hjalmar Zachariassen fór upp í "Framtakið fyri rættinum at velja kannabis", men seinni fór hann úr aftur flokkinum, og nú ger hann enn eina roynd við Føroyaflokkinum.
Les eisini: Føroyaflokkurin bjóðar ferðaseðil fyri undirskriftir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald