Føroyska almenna skuldin – tað er skuldin hjá landskassanum, kommunum, sosialum grunnum og í einstøkum førum almennum fyritøkum – liggur á leið sama støði sum hjá hinum Norðurlondunum. Føroyar liggja væl undir mestamarkinum hjá Evropeiska Gjaldoyrasamstarvinum (EGS), vísir seinasta uppgerðin, sum Landsbankin hevur gjørt av almennu skuldini. Hetta er gott, tí føroyski búskapurin er lítil og viðbrekin, og tí kunnu almennu Føroyar ikki vera líka skuldarbundnar sum størri lond.
Stórur munur er á almennu skuldini í ymsum londum. Skuldin hjá Norðurlondum er lutfalsliga lítil, meðan skuldin hjá fleiri suðurevropeiskum londum er so stór, at hon verður mett at vera ein búskaparligur trupulleiki.
Føroyska skuldin við endan á 2017 var 36% av BTÚ og skuldin er sostatt umleið líka stór samanborið við BTÚ sum hjá hinum Norðurlondunum, skrivar Landsbanki Føroya. Mestamarkið hjá EGS fyri, hvussu stór almenna bruttoskuldin kann vera samanborið við BTÚ er 60%.
Eitt lán á 500 mió. kr. frá Danmark varð strikað í fjør, tí afturgjaldingin var treytað av, at Føroyar høvdu funnið olju í undirgrundini áðrenn juni 2018. Harafturat rindar landskassin minst 700 mió. kr. aftur av skuld seinni í ár. Roknað er við einum vøkstri í BTÚ á 2,4% í 2018 og 3,6% í 2019. Tí verður mett, at almenna skuldin kemur niður í 27% av BTÚ í 2019.
Tað hevur størri týdning fyri føroyska búskapin enn fyri størri búskapir, at tað almenna ikki er ov skuldarbundið. Føroyski búskapurin er ikki líka fjøltáttaður, sum búskapirnir í størri londum, og tí er hann meira viðbrekin, um tað almenna hevur stóra skuld.
EGS skuld er ein serligur máti at rokna út bruttoskuld, sum ger tað møguligt at samanbera skuldarstøði hjá ymsum londum. Almenna EGS skuldin umfatar skuld hjá stjórnarmyndugleikanum, landspartamyndugleikum (regiónum), kommunum og sosialum grunnum. Skuldin hjá almennum fyritøkum, sum tað almenna veðheldur fyri, verður eisini roknað við, um so er, at felagið ikki er sjálvberandi og almenni myndugleikin má gjalda vegna veðhaldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald