Innanlands

Føroyar kostaðu Danmark yvir eina milliard í fjør

Tað vísa tøl í ársfrágreiðingini frá Ríkisumboðnum

2018-07-25 12:51 Author image
Oda Strøm

Føroyar kostaðu danska statskassanum eina milliard og 44,3 milliónir í fjør. Tað vísa nýggjastu tølini úr ársfrágreiðingini hjá Ríkisumboðnum. 

Blokkurin er 641,8 milliónir krónur, og síðani eru 314 milliónir krónur til at reka statsstovnar í Føroyum. Sambært Kringvarpinum fór tað mesta til verjuna, 176,6 milliónir, og til politiið, Kriminalforsorgina og varðhaldið fóru slakar 104 milliónir í fjør.

Harafturat eru pengar til ymsar veitingar úr Danmark, millum annað eftirlønir til lærarar og aðrar eftirlønir og krígspensjón. Tilsamans er talan um 88,6 milliónir afturat heildarveitingini.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald