Mentan

Føroyar skapti sambandið til amerikanska filmsætlan

Í næstum byrja filmsupptøkurnar til stuttfilmin Champagne, sum Elizabeth Schiffler hevur skrivað. Saman við henni eru Johnny Valenzia og Evelyn Osborn, sum bæði starvast innan amerikanska filmsídnaðin

2019-03-19 22:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Summarið í Føroyum í 2013 skapti sambandið millum tey trý ungu amerikonsku lesandi frá University of Washington, og nú 6 ár eru farin, eru tey blivin kend innan teirra yrki og eru farin í gongd við ein stuttfilm.

Tey trý Elizabeth, Johnny og Evelyn hittust í Føroyum til G! festivalin í 2013, tá tey saman við 14 øðrum lesandi á University of Washington vóru í Føroyum og tóki eitt summarskeið í sambandi við lesturin. Her hittu tey fólk, sum tey komu at kenna væl og javnan hava samband við, og á ein løgnan hátt gjørdist hetta summarið, at hetta sambandið bleiv til eina verkætlan hjá teimum.

Johnny Valenzia bleiv kendur fyri videoløgini til "Shape of you" og "Galway Girl" hjá Ed Sheeran, og Evelyn Osborn er editor á sjónvarpsrøðini NCIS, sum nógvir føroyingar kenna. Saman við teimum trimum er Britt Keller, sum framleiðslusniðgevi. Hon er tann einasti, sum ongantíð hevur verið í Føroyum - enn.

Elizabeth Schiffler starvast dagliga sum filmsframleiðari og rithøvundur.

Yvirnáttúrliga søgan er um ein kokk, sum ger mat fyri deyðum fólkum. Hóast hon hevur alt ov nógv at gera, so brennur hon fyri sínum arbeiði, men hon setur ein hjálpara í starv, sum eisini fer at brenna fyri matgerðini í køkinum. Men at skifta í millum leiklutin sum listafólk í køkinum og mentor kann seta alt í løgnu matstovuni hjá Champagne í vanda.

Rithøvundurin og leikstjórin Elizabeth Schiffler hevur gjørt leikritið fyri at vísa kvinnuna í matvøruídnaðinum; kvinnuna, sum brennur fyri at gera nakað, sum er nógv størri enn hon sjálv.

Elizabeth hevur eisini gjørt filmin “Becoming mermaid” (2015).

Filmurin verður frumsýndur á filmsfestivalum í 2020.

Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá filmfyrireikingunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder