Innanlands

Føroyingar raskir at arbeiða

Tey heilt ungu og tey eldru eru nógv meira vinnuliga virkin enn aðrastaðni. Serliga føroysku kvinnurnar skilja seg burturúr

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2022-01-28 11:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vinnutíttleikin er serstakliga stórur í Føroyum samanborið við onnur lond. Vinnutíttleikin í Føroyum er 83,6 prosent og er hægstur í Evropa, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Um hugt verður nærri vinnutíttleikanum í Føroyum, sæst at longu um 15-19 ára aldur er vinnutíttleikin bæði hjá mannfólki og konufólki um 70 prosent. Í Íslandi er vinnutíttleikin hjá hesum aldursbólkinum 60 prosent, meðan í Danmark er hann knappliga 50 prosent og um 20 prosent í ES sum heild.

Nærum eins stórur er munurin millum tey eldru. Fyri tey 65-69 ára gomlu eru Føroyar í serstøðu við einum vinnutíttleika á stívliga 70 prosent hjá mannfólki og eini 60 prosent hjá konufólki.

Sama er við teim elstu 70-74 ára gomlu, har vinnutíttleikin hjá báðum kynum í Føroyum er um 30 prosent, samanborið við 5-15 prosent aðrastaðni.

Vinnutíttleikin telur partin av fólkinum millum 15-74 ár, sum kann veita arbeiðsmegi. 

Vinnutíttleikin hjá føroysku monnunum er á næstan sama stigi sum í øðrum londum frá 25 ára aldri til langt upp í 50-ini. Munurin gerst tó serliga sjónskur í teimum heilt ungu og teim eldru aldursbólkunum.

Føroysku konufólkini skilja seg burturúr. Frá ungum árum og fram til eldru árini eru oman fyri hini londini í vinnutíttleika. Tað er einans í aldrinum 25-29 ár, at íslendsku konufólkini eru lutfalsliga eitt sindur fleiri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder