Innanlands

Føroyingar skikka sær betur og betur

Í fjør vóru 139 færri brot á revsilógina enn fyri fimm árum síðan, vísa tøl frá ársfrágreiðingini hjá Ríkisumboðnum

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-07-25 14:57 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í fjør vórðu nógv færri brot á revsilógina fráboðað enn undanfarin ár, sambært nýggjastu frágreiðingini hjá Ríkisumboðnum.

499 brot vórðu fráboðað í fjør, og tað er ein stór minking í mun til 605 brot í 2016 og 610 brot í 2015. Í 2014 vórðu 700 brot fráboðað og 738 í 2013.

Sambært Kringvarpinum vóru harðskapsmálini nógv færri í fjør enn undanfarin ár, og fráboðaðu herverkini eru eisini færri í hagtølunum.

Onnur lógarbrot vóru tó fleiri í fjør enn onnur ár, so sum brot á rúsevnalógina og djóraverndarlógina.

61 fólk vórðu sett í varðhald ella í fongsul í fjør, og tað eru eisini færri enn undanfarin ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder