Tann 10. oktober 2018 gjørdi Spyr.fo eina kanning fyri at lodda dýpið millum føroyingar um menningina av varandi orkuskipanum í Føroyum.
Í august almannakunngjørdu SEV og Umhvørvisstovan úrslit av kanning av orkutørvinum komandi árini og møguleikum fyri at útbyggja varandi orkuloysnir til at stuðla undir grønu umleggingini. Spurnarkanningin vísir, at 76 prosent av teim spurdu hava hoyrt um ætlan landsstýrissins um, at Føroyar skulu hava alla sína orkuveiting frá varandi orkukeldum. Men bert 17 prosent roknað við, at vit røkka málinum um einar heilt grønar Føroyar í 2030.
Føroyingar seta sítt álit á vindmyllulundir
Í frágreiðingini hjá SEV og Umhvørvisstovuni er lagt upp til, at Føroyar serliga útbyggja vatnorku, vindmyllur, pumpuskipan og sólorku sum alternativ til oljuorkuna. Spurd hvørjar orkuskipanir skullu útbyggjast komandi árini, nevna tveir triðingar vindmyllulundir, meðan ein triðingur nevna sólorku og pumpuskipanir. Fýra av tíggju nevna eisini vatnorku.
Fyrr í ár boðaði Magn frá, at teir keyptu seg inn í fyritøkuna Demich, meðan Effo í august boðaði frá teirra íløgu í fyritøkuna Vindrøkt. Hetta eru átøk hjá teimum báðum oljuveitarunum til at gerast veitarar av varandi orku. Meðan 72 prosent hava hoyrt um átakið hjá Magn og Demich, høvdu bert helmingurin av teimum spurdu hoyrt um ætlanina hjá Effo og Vindrøkt í felag at byggja vindmyllulundir.
At privatu orkuveitararnir soleiðis bjóða seg fram, man dáma teimum spurdu væl, tí heili 60 prosent halda, at teir privatu veitararnir skulu vera við í útbyggingini av varandi orkuskipanum saman við SEV. Sløk fimm prosent halda, at privatir veitarar einsamallir skulu standa fyri útbyggingini, meðan bert 15% meta, at SEV einsamalt skal standa fyri útbyggingini av orkuskipanum. Í útgreinaðu tølunum sæst eisini, at tað ikki er nevniverdur munur millum veljararnar hjá ymsu politisku flokkunum í støðutakanini til hendan spurning.
Flestu brúka framvegis oljufýr til upphiting
Kanningin vísti eisini, at 82% av teim spurdu brúka oljufýr til upphiting av bústaðinum, meðan 13 prosent hava hitapumpu og 6% fáa fjarhita. Einans sløk 30% av teim spurdu umhugsað at skifta til eina grøna orkuloysn.
At enda blivu tey eisini spurd, hvat hevur avgerandi týdning fyri, um tey velja at skifta til eina grøna orkuloysn. Her vóru tey flestu, 70 prosent, sum løgdu stóran ella sera stóran dent á prís og útreiðslusparing, meðan 59 prosent løgdu stóran dent á sannføringina, at tað er betri fyri umhvørvið.
Óvissan í kanningini er millum 1,2 og 4,4 prosentstig.
400 fólk 18 ár og eldri svaraðu kanningini, ið varð gjørd av Spyr.fo hósdagin 10. oktober kl. 19:11 til 20:58.
Spyr.fo hevur umleið 5000 fólk í svarpanelinum, og tey spurdu verða tilvildarliga vald út, so býtið samsvarar við fólkið í mun til kyn, aldur og geografi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald