Í veljarakanning, sum Lóður hevur gjørt fyri KVF, er greitt at føroyingar halda, at tað átti at verði hvørmansrættur at ganga í haganum. Heili 57,7 siga seg ynskja hettar.
KVF veit eisini at siga, at meiriluti er fyri hesum í øllum flokkum og aldursbólkum. Heili 63 prosent av teimum sum eru ímillum 30 og 44 ár ynskja at tað skal vera hvørmansrættur at ganga í haganum, ímeðan talið er eitt sindur minni í øðrum aldursbólkum.
Tá hugt verður eftir flokkum, er meirilutin størstur ímillum tey, ið velja Miðflokkin, har øll siga seg ganga inn fyri hvørmansrætti, ímeðan einans 36 prosent av Framsóknarveljarum eru samd í hesum.
70 prosent av Sjálvstýrisveljarum ynskja ikki at gjald skal vera á hagagongu, ímeðan meira enn helvtin av teimum sum valdu fýra teir stóru flokkarnir taka undir við hesum.
532 fólk vórðu spurd.
Kelda: KVF.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald