Innanlands

Føroyingur vunnið 20 milliónir í Lotto

Seðilin er keyptur í Effo á Tvøroyri

2018-07-15 11:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein føroyingur er hepni vinnarin av 20 milliónum krónum.

Vinnandi Lotto-seðilin er keyptur í Effo á Tvøroyri, skrivar in.fo í morgun.

Sambært Danske Spil hava tey ikki frætt frá vinnaranum enn, so tað er ikki vist, at hann veit av tí.

Sambært KVF, var tað bara ein seðil, ið hevði øll sjey tølini røtt í gjár, og tí fær føroyski vinnarin allan høvuðsvinningin, sum er 20 milliónir krónur.

Sum allir aðrir Lotto-vinnarar, fær viðkomandi tilboð um fíggjarliga ráðgeving.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder