Innanlands

Føroyar lata upp sendistovu í Fjareystri næsta ár

Endalig avgerð er ikki tikin um, hvar sendistovan verður

Mynd: uvr.fo

Mynd: uvr.fo

2018-09-29 17:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 eru 3 milliónir settar av til nýtt sendistovuvirksemi í Fjareystri.

Samhandilin millum Føroyar og serliga Kina er vaksin nógv. Eisini Japan, Suðurkorea og Vietnam eru týðandi marknaðir fyri Føroyar, og har eru stórir møguleikar fyri vøkstri. Tað skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið á heimasíðu sína.

Ein sendistova í Fjareystri ger tað møguligt hjá Føroyum at fáa fótin enn fastari í mest fólkaríka partinum í heiminum – bæði á politiskum og vinnuligum stigi.

“Vit hava brúkt nógva orku at styrkja viðurskiftini millum Føroyar og Fjareystur seinastu árini. Eg meti, at tíðin nú er búgvin, at ein sendistova verður sett á stovn sum liður í tí arbeiðinum. Hon er neyðug, so vit hava fólk á staðnum, sum hevur djúptøkið innlit í føroysk viðurskifti, sum kennir føroyskan vinnustruktur og sum støðugt kann umboða okkum mótvegis myndugleikunum hjá okkara samhandilslondum,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

“Vit samskifta við myndugleikarnar í Kina, Japan og Suðurkorea um at økja búskaparliga samstarvi og fáa í lag fríhandil. Ein sendistova fer vónandi at skunda undir ta tilgongdina.”

Endalig avgerð er ikki tikin um, hvar sendistovan verður, men ætlanin er, at hon skal røkja føroysk áhugamál í fleiri londum í fjareystri. Fyrireikingararbeiðið fer nú í gongd, og væntandi letur sendistovan upp, tá nakað er liðið út á árið næsta ár.

Føroyar hava longu sendistovur í Brússel, London, Keypmannahavn, Moskva, og Reykjavík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder