Nám gevur í hesum døgum bók út eftir Hera Kragesten, sála. Bókin, Sálarfrøði, ið serliga er ætlað almenninginum og lesandi á setrinum, lýsir grundleggjandi leiðir og ástøði á sálarfrøðiliga vísindaøkinum.
Heri Kragesteen (1950-2018) var sálarfrøðingur við drúgvum undirvísingarroyndum bæði á miðnámsstigi, Læraraskúla, Fróðskaparsetri og í sambandi við eftirútbúgving av lærarum og námsfrøðingum. Bókin, sum nú kemur út, hevur verið leingi ávegis, og tíverri vóru seinastu snøklarnir við rættlestri og umbróting ikki komin upp á pláss, áðrenn rithøvundurin andaðist í fjør.
Nú er tilfarið tó klárt bæði sum pappírsbók og samvirkin bók á netinum.
Sálarfrøði snýr seg um, hvussu vit mennast sum menniskju, hvussu vit bæði stýra og eru stýrd, og hvussu vit verða ávirkað av teim umstøðunum, vit liva í, og teimum fólkum, vit eru saman við.
Bókin er skipað í átta tættir: 1) Sálarfrøði, almennur partur 2) Menningarsálarfrøði 3) Ungdómur 4) Ymiskleikasálarfrøði 5) Eitt felagssálarfrøðiligt sjónarhorn 6) Kognitión og nervalagssálarfrøði 7) Læra og lærustøður 8) Persónsmenning.
Talan er um bæði eina søguliga gjøgnumgongd og eina allýsing av sálarfrøði sum vísindagrein. Nomið verður við sálarfrøðilig ástøði og sálarfrøðiligar kanningar. Ymisk vísindalig sjónarhorn verða lýst. Og hugt verður t.d. at psykoanalýsu, behaviorismu og humanistiska rákinum.
Tíðindaskriv frá Námi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald