Innanlands

Føroysk KT-loysn til størsta bingjuflutningsfelagið í Amerika

Globe Tracker, ið hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og í Florida, hevur í vikuni gjørt avtalu við Seaboard Marine, um at útgerða teirra skip og bingjur við føroysku KT-loysnini.

Eitt bingjuskip hjá Seaboard Marine (Mynd: Globe Tracker)

Eitt bingjuskip hjá Seaboard Marine (Mynd: Globe Tracker)

2019-11-06 08:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder
Seaboard Marine hevur fastar rutur millum Norðuramerika, Karibisku oyggjarnar, Miðamerika og Suðuramerika. Felagið hevur fleiri enn 25 bingjuskip og rutur til nærum 40 havnarbýir. Nú fær felagið eina skipan hjá Globe Tracker, har til ber fylgja vøruni nágreiniliga allan vegin frá sendara til móttakara. Um møguligir trupulleikar stinga seg upp á vegnum, eitt nú við kuldaskipanum, kunnu teir loysast beinan vegin umvegis netið, líkamikið hvar vøran er.

Veitarin er felagið, ið er skrásett í Danmark, hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og Florida, umframt virksemi í Íslandi og Týsklandi. Níggju útav teimum 19 starvsfólkunum í felagnum starvast í Føroyum, og høvuðspartaeigarar eru føroysk feløg. Síðani felagið varð sett á stovn í 2016, hevur tað framleitt útgerð og ment forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum 

Til ber at lesa meira um avtaluna heimasíðuni hjá globetracker

Hetta er onnur stóra avtalan hjá Globe Tracker í ár. Tíðliga í summar varð avtala gjørd við týska flutningsrisan Hapag-Lloyd um útgerð og forrit til allar 100.000 kølibingjurnar hjá teimum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder