Í hesum døgum verður COP15 ráðstevnan um lívmargfeldið hildin í Montréal í Kanada. Endamálið við ráðstevnuni í ár er at samtykkja nýggja avtalu um, hvussu heimsins lond kunnu steðga svinninum av lívmargfeldinum.
Andrea Vang luttekur á ráðstevnuni sum umboð fyri føroyskan ungdóm í Nordic Youth Biodiversity Network (NYBN). Hon sigur millum annað soleiðis
- Sáttmálin hevur eisini týdning fyri føroysku náttúruna og náttúruvernd í Føroyum. Í Føroyum eru fleiri sløg av plantum og djórum hótt, og í nógvum førum vita vit ov lítið um stovnarnar og støðuna til at siga, hvør støðan er. Eisini kann nevnast, at fleiri støð í Føroyum, har sjáldsom sløg halda til, ella har lívmargfeldið er høgt, als ikki eru vard. Hesin altjóða sáttmálin má í fyrsta lagi vera ítøkiligur og væl orðaður og í seinna lagi mugu Føroyar gera sítt til saman við heimsins londum at verja náttúruna og steðga svinninum av lívmargfeldinum.
COP15, ið hevur verið útsett í tvey ár, er serliga umráðandi tí londini royna at semjast um eina nýggja avtalu um, hvussu vit skulu steðga svinninum av lívfrøðiliga margfeldinum áðrenn 2030, tað kallast the Post-2020 Global Biodiversity Framework (GBF) Summi samanbera hesa avtaluna við París sáttmálan fyri lívfrøðilig margfeldni.
Andrea Vang greiðir nærri frá inni á fnu.fo
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Veðurlagslóg Nú!
Uttanlands
Føroyski ungdómurin er umboðaður á COP15
Endamálið við ráðstevnuni í Kanada er, at samtykkja nýggja avtalu um hvussu heimsins lond kunnu steðga svinninum av lívmargfeldinum
- Sáttmálin hevur eisini týdning fyri føroysku náttúruna og náttúruvernd í Føroyum. Í Føroyum eru fleiri sløg av plantum og djórum hótt, og í nógvum førum vita vit ov lítið um stovnarnar og støðuna til at siga, hvør støðan er., sigur Andrea Vang frá FNU
2022-12-14 07:26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald