Innanlands

Føroyskt ferðalið á messu í Danmark

30 føroyingar vóru á El & Teknik messu í Odense í síðstu viku. Solar Føroyar samskipaði ferðina, og stjórin Claus Christensen var ferðaleiðari

Felagsmynd uttan fyri skrivstovuna hjá Solar í Odense (Mynd: Jákup Bech Jensen)

Felagsmynd uttan fyri skrivstovuna hjá Solar í Odense (Mynd: Jákup Bech Jensen)

2024-05-23 16:08 Author image
Orð & Myndir: Jákup Bech Jensen
placeholder

Luttakararnir í ferðaliðnum vóru elektrikarar, instalatørar og ráðgevarar. Hettar er aðru ferð, at Solar Føroyar skipar fyri ferð úr Føroyum til hesa messu. El & Teknik er størsta messa av sínum slag í Danmark, og undirtøkan í ár var met stór. Umleið 10.000 vitjandi vitjaðu messuna í tíðarskeiðnum 14. til 16. mai. Hendan messan er hvørt ár, men fokus økið skiftir hvørt ár millum VVS og el.

Endurnýtsla og grøna skiftið eru afturvendandi evni

Nógv nýtt og spennandi var at síggja á messuni. Grøna skiftið var afturvendandi á flestu básunum. Eisini vóru fleiri fyritøkur, sum vístu fram nýggjar vørur, sum eru framleiddar fyri at gera tað møguligt at skifta smærri deilir heldur enn at útskifta alla vøruna.

Tankin er, at endurvinna so nógv sum gjørligt og harvið spara tilfeingi og pening.

Áhugaverdir fyrilestrar

Umframt nógvar básar við nýggjastu vørunum og tøknini, vóru eisini nógvir áhugaverdir fyrilestrar. Millum annað høvdu umboð frá Sikkerhedsstyrelsen fyrilestur um avbjóðingar, og hvussu el arbeiði kann gerast enn betri. Umboð frá IDA ingenørforeningen høvdu eisini mini kursus og fyrilestrar.

Føroyska ferðaliðið var boðið til fyrilestur hjá Minuba, sum hevur ment eina ordra- og fakturaskipan til el-vinnuna. Fleiri av føroysku luttakarunum brúka longu hesa skipan, sum er sera brúkaravinarlig.

Spennandi básar at vitja

Á messuni vóru ikki minni enn 180 spennandi básar at vitja. Umframt at vitja nógvar ymiskar básar, so varð føroyska ferðalagið boðið inn á básin hjá Minuba, Hide-a-lite, Ledvance, Wiha, Niko og NKT, har hesar fyritøkurnar vístu fram tað nýggjasta innan tøkni og vørur.

Luttakararnir frá føroyska ferðaliðinum vóru sera væl nøgdir við messuna. Fakliga støðið var høgt, og nógvir áhugaverdir básar vóru at vitja. Nógv nýtt var at síggja og hoyra um, og eisini var møguligt at møtast og netverka við onnur innan sama fakøki.

Ferðaleiðarin, Claus Christernsen, var eisini sera væl nøgdur við messuna, sum var væl fyriskipað.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder