
- Hesar smaragdgrønu oyggjar, staðsettar millum Noreg og Íslands í Atlanshavinum, hava í seinastuni gjørt um seg á "where to go"-listum. Hetta er orsaka av undurfagra og bergtakandi landslagnum og tí kreativu matgerðini. At koma higar og at finna eitt stað at gista hevur oftast verið dýrt, men seinni í ár fara vitjandi at hava ein meira vinarligan fíggjarligan valmøguleika, tá Hilton Garden Inn í høvuðsstaðnum letur upp. Gistingarhúsið fer at hava 131 kømur, eina matstovu, spa, fitness og ein vøru- og souvenirhandil.
Soleiðis lýsir Forbes, Føroyar og nýggja gistingarhúsið, sum letur upp í summar.
Á listanum eru millum annað eisini nýggj gistingarhús í Danmark, Svøríki, Fraklandi, Japan, India, Teilandi og Meksiko.
Evening Standard hevði eisini føroyska gistingarhúsið á á líknandi lista seinasta summar.
Tað er Atlantic Airways, ið byggir og fer at reka gistingarhúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald