Innanlands

Føroyskt krígsminni skal reisast í Onglandi

Minnismerkið verður reist í National Memorial Arboretum uttan fyri Birmingham, men skal sniðgevast og gerast í Føroyum. Tað er til minnis um føroyska krígsinnsatsin undir 2. Heimsbardaga

Enski forsætisráðharrin Winston Churchill lovaði við krígslok, at bretar “ongantíð skuldu gloyma Føroyar

Enski forsætisráðharrin Winston Churchill lovaði við krígslok, at bretar “ongantíð skuldu gloyma Føroyar"

2021-08-27 14:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lunnar eru nú lagdir undir verkætlanina The Faroe Islands War Memorial Project, sum hevur til endamáls at síggja og seta upp eit listaverk til minnis um føroyska stuðulin til Stóraabretlands undir 2. Heimsbardaga.

Í vandatíð sigldu nógvir føroyskir fiskimenn fisk niður á bretska meginlandið. Hetta hjálpti bretum nógv, men tað kostaði eisini nógvum føroyingum lívið. Føroyar vóru tá undir bretskari herseting, og sambandi og samstarvið millum londini var í høvuðsheitinum heilt gott - tað vóru bretar, ið loyvdu føroyingum at sigla við Merkinum, ið tá framvegis ikki var góðkent.

Enski forsætisráðharrin Winston Churchill lovaði við krígslok, at bretar “ongantíð skuldu gloyma Føroyar, sum við fiski hjálpti okkum at breyðføða fólkið undir atlantisku blokaduni – og hetta við so stórum ofrum.”

Í tíðindaskrivi koma stigtakararnir inn á, at sum frá er liðið, eru tað støðugt færri fólk í Bretlandi, sum minnast tann í tí stóru myndini lítla, men kortini so týdningarmikla leiklutin, ið Føroyar høvdu undir Øðrum Heimsbardaga. Stuðulin frá Føroyum hevði alstóran týdning fyri tey sameindu londini og missurin, landið var fyri, var ómetaliga stórur.

- Málið hjá the Faroe Islands War Memorial Project er at halda lyftið hjá Winston Churchill og tryggja, at henda søgan ongantíð verður gloymd í Stórabretlandi.

Skal sniðgevast og gerast í Føroyum - reisast uttan fyri Birmingham 

Minnismerkið verður reist í krígsminnalundini National Memorial Arboretum í Staffordshire uttan fyri Birmingham í Ongland. Har eru hundraðtals onnur krígsminni.

Minnismerkið verður til sum eitt listarligt bíleggingararbeiði, og tað skal sniðgevast og gerast í Føroyum - í størst møguligan mun úr føroyskum tilfari.

Føroyskir myndahøggarar og listafólk annars eru vælkomin at senda inn hugskot og bjóða upp á uppgávuna. Hetta kann gerast um heimasíðuna www.fiwmp.com, har nágreinilig krøv til listaverkið eisini eru lýst. Verkætlanin skal eisini fíggjast, og peningagávur frá bæði einstaklingum og bólkum eru tí kærkomnar, skriva stigtakararnir til krígsminnisverkætlanin. 

Til ber at lesa meira um National Memorial Arboretum í Staffordshire á heimasíðuni www.thenma.org.uk






placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder