Á UNR-ráðstevnuni, ið var í vikuskiftinum, gjørdist Barbara Gaardlykke Apol, frá Sosialistisk Ung, nýggjur forseti í UNR. Harumframt bleiv Anna Falkenberg, frá Ungmannafelagnum Samband, vald til varaforseta. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at UNR hevur føroyskan forseta.
Barbara Gaardlykke Apol hevur verið uppið á talarastólin fyrr í dag til sessiónina í Oslo, har hon hevur greitt frá hvat UNR fer at arbeiða við gjøgnum árið. Millum annað hevur UNR viðtikið at Føroyar og Grønland skullu gerast partur av roaming avtaluni hjá EU, og at eitt samlað UNR stuðlar Føroyum ið at fáa sjálvstøguðan limaskap i Norðurlandaráðnum. Harumframt hevur UNR eisini, við stórum meirluta, viðtikið at rætturin til fría fosturtøku skal fevna um øll Norðurlond.
Vit eru sera errin av teimum, og ivast ikki í, at tær fara at gera eitt gott arbeiði.
Vit vilja ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku við sessunum og góðan arbeiðshug.
- Ungmannafelagið Samband og Sosialistisk Ung
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald