Mentan

Føroyskt skal á Google Translate

Ætlanin er at hækka játtanina til orðabókagerð við hálvari millión krónum næsta ár

Mynd: Google

Mynd: Google

2020-10-05 16:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021, ætlar Uttanríkis- og mentamálaráðið at hækka játtanina til orðabókagerð við einari hálvari millión krónum.

Hesin peningurin skal brúkast til eina verkætlan, sum snýr seg um at týða 200.000 eingilskar setningar til føroyskt, so føroyskt eisini verður ein partur av Google Translate.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum sigur við Útvarpið, at nærum allir setningarnir longu eru framleiddir, og samstarv er komið í lag við útlendska fyritøku um at gera restina av arbeiðnum, sum skal til.

Hoyr innslagið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder