Innanlands

Føroyskt tilfar til øll børn í Føroyum

Adventskalendarin hjá SMS verður at síggja hvønn sunnudag í advent

2018-12-09 10:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Adventskalendarin hjá SMS, sum eisini verður kallaður ‘Søgur úr jólabýnum’, var at síggja fyri fyrstu ferð 1. sunnudag í advent, og annar partur kemur út á netið í dag. Í fyrsta parti síggja vit Jólaálvafljóðið, sum er komi í jólabýin í SMS at fortelja Pixi søguna ‘Ein jólaeingil vitjar’ og at syngja ‘Veturin kom við kulda og kava’ saman við fittum børnum. Ein sannur jólaheimur við einum ævintýrakendum brái.

Adventskalendarin er eitt íkast til málmenningina hjá børnum í Føroyum

Vit hava í eina tíð hoyrt, at børn síggja nógv útlendskt tilfar á netinum, tí tað er lítið av føroyskum tilfari at finna. Hetta hevur við sær, at málmenningin hjá børnum í Føroyum verður ávirkað, og fleiri serfrøðingar hava rópt varskó.

“Heldur enn at spyrja, hvat børn í Føroyum ynskja sær í kalendaragávu, spurdu vit, hvør er tørvurin? Og vit mettu tað vera sera viðkomandi at geva teimum føroyskt tilfar í kalendaragávu,” sigur Regin W. Dalsgaard, marknaðar- og býlingsstjóri í SMS. “Mentamálaráðið hevur júst givið út bók við barnasangum fyri at menna málmenningina hjá børnum, og við adventskalendaranum fáa børnini bæði eina søgu og ein sang á føroyskum, sum foreldrini til eina og hvørja tíð kunnu vísa børnunum. Um tað so er á telduni, teldlinum, telefonini ella tekstvarpinum”, sigur Regin og leggur afturat: “Umframt, at vera undirhald fyri børnini, er ársins adventskalendari hjá SMS eisini ein gáva til føroyska málið, og vit eru sera væl nøgd við úrslitið.”

Adventskalendarin verður at síggja hvønn sunnudag í advent á sms.fo, Facebook síðuni hjá SMS og Rás 1.     

Til ber at síggja hvat var handan fyrstu lúkuna í adventskalendaranum her:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder