Innanlands

Føroyskur dámur í Odense havn

Myndir: Føroysku skipini verða liggjandi til sunnudagin

(Mynd: Norðuratlantshúsið)

(Mynd: Norðuratlantshúsið)

2019-05-24 14:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hátíðardámur var í Havnini við Norðuratlantshúsið í Odense seinnapartin í gjár, tá fylgið av gomlum føroyskum sluppum og træskipum stevndu inn í havnina á fyrsta almenna haldinum í Danmark í sambandi við stóru flaggsiglingina, nú Merkið er 100 ár.

Føroyskir róðrarbátar tóku ímóti hábærsligu seglskipunum, tá tey stevndu inn. Á bryggjuni vóru hópin av fólkum, fleiri í føroyskum búna.

Móttøkan er partur av Odense Havnekulturfestival, og føroysku skipini verða liggjandi til út á sunnudagin.

Hópin av tiltøkum, móttøkum og tónleiki er hesar dagarnar. Ídag hava barnagarðar og skúlar í Odense-økinum havt møguleika at vitja umborð á føroysku skipunum, sum eisini eru opin fyri almenninginum.

Í morgin verður millum annað kappróður í havnarøkinum, og eisini kemur hálvi føroyingurin, skemtarin og sangarin Jacob Haugaard at undirhalda. Í annaðkvøld verður konsert við Hamradun.

Klokkan 17 sunnudagin stevnir føroyska skipafylgið úr aftur Odense, og tá verður leiðin løgd móti Århus, har tey vera mánadagin og týsdagin. Síðan gongur leiðin víðari til Helsingør, Keypmannahavnar, Ebeltoft og Lerwick 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder