Innanlands

Føroyskur forseti í Ungdomens Nordiska Råd

Barbara Gaardlykke Apol er vald sum nýggjur forseti í UNR

2018-10-28 19:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ungdomens Nordiska Råd er parturin av Norðurlandaráðnum fyri ung, og um vikuskiftið er Barbara Gaardlykke Apol vald sum forseti í ráðnum.

Sosialistisk Ung skrivar á Facebook í dag, at Barbara komandi árið fer at arbeiða fyri at styrkja tað norðurlendska samstarvið, virka fyri at tey ungu fáa meira ávirkan í Norðurlandaráðnum og sjónliggera UNR í almenna kjakinum.

Hon varð í fjør vald í presidium, sum umboð fyri FNSU, sosialdemokratiska tingbólkin, sum Sosialistik Ung er limur í. Og í ár varð hon altso vald til forkvinnu.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder