Ert tú millum teirra, sum ikki fær nóg mikið av jólatónleiki, so er ikki at falla í fátt.
Kringvarpið hevur stovnað eina nýggja útvarpsrás á netinum, sum spælir føroyskan jólatónleik út í eitt fram til jóla.
Rásin varð tendrað í morgun.
Hetta er fyrstu ferð, at Kringvarp Føroya tendrar eina aðra rás enn ta siðbundnu útvarpsrásina.
Hugskotið kom í vikuni at royna eina nýggja útvarpsrás. Og av tí at fleiri av okkara lurtarum ynskja meira jólatónleik, var hetta eitt upplagt høvi at royna netrásina, sigur Ivan Niclasen, stjóri.
Rásin liggur tøk á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya. Hon kann hoyrast við at trýsta á leinkið “24/7 Jólatónleikur”, sum liggur á høgra bredda á www.kvf.fo.
- Kringvarp Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald