2019-04-30 17:34
Petur Martin Poulsen, búsitandi í Hoyvík, er maskinstjóri á nýggjasta farinum, sum stóra danska reiðaríið Torm hevur latið byggja í Kina.
Skipið Torm Strenght er fyrsti nýbygningur í eini røð av sjey skipum, sum Torm letur byggja.
Talan er um eit sokallaða produkt tangaskip á 49.999 tons DWT. Tað er 183 metrar langt og 32 metrar breitt.
Torm reiðaríið hevur 72 skip í sigling og níggju í gerð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald