
Samráðingarnar millum Ísrael og Hamas halda fram í Egyptalandi, og nú fara umboð fyri Turkaland og forsætisráðharrin í Katar eisini at luttaka, skrivar Ritzau.
Samráðingarnar, sum ganga fyri seg í býnum Sharm el-Sheikh, taka útgangsstøði í friðarætlanini í 20 stigum, sum amerikanski forsetin, Donald Trump legði fram herfyri.
Í gjár mintist heimurin tvey ára dagin fyri álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023, har yvir 1.200 fólk vórðu dripin, og 251 fólk vórðu tikin til gísla. Nú tvey ár seinni eru 48 av gíslunum framvegis í Gaza, og sambært ísraelska herinum eru 25 av teimum deyðir.
Seinastu árini eru fleiri ísraelskir gíslar leyslatnir í býti fyri palestinskar fangar, og leyslatingin av gíslum og palestinskum fangum er framvegis í miðdepilinum.
Sambært amerikonsku friðarætlanini er tað nakað av tí fyrsta, sum skal henda í tilgongdini móti varandi friði í Gazageiranum.
Ætlanin umfatar eisini vápnahvíld, at Hamas skal leggja vápnini, og at Ísrael stigvíst skal taka herfólk síni úr Gaza. Ætlanin hevur fingið jaligar afturmeldingar frá bæði Ísrael og Hamas.
Les eisini: Netanyahu lovar at fáa allar gíslar heim
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald