Uttanlands

Forsetin niðurger tiltøkini sum stórbýirnir seta í verk móti korona

Í Brasil er landsins leiðari ikki samdur við lokalu tiltøkunum – miðlarnir royna at lumpa fólkið, sigur Bolsonaro

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-03-25 14:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Fólkið fer skjótt á ásanna, at tey eru snýtt av guvernørunum og flestu miðlunum.

Soleiðis sigur forsetin í Brasil, Jair Bolsonaro, um koronavirussið, sum verður sagt at vera orsøk til at fyribils 34 fólk í Brasil eru deyð.

Í fleiri vikur hevur høgrapopulistiski forsetin í Brasil víst aftur, at koronavirussið skal vera ein hóttan fyri landið. Fyri tveimum vikum síðani kallaði hann virushóttanina fyri eina ”fantasi”.

Nú sigur Bolsonaro við brasilsku R7 útvarpsstøðina, at miðlarnir lumpa fólk til at trúgva, at virussið er vandamiklari enn tað er.

Kortini hevur størsta landið í Suðuramerika nú stongt landamørkini á páskum. Bert grannalandið fyri sunnan, Uruguay, hevur frítt at ferðast um markið, skrivar nrk.no.

Koronavirussið spjaðist nú skjótt í Latínamerika eftir at tað av fyrstan tíð sá út til at hesin parturin av heiminum ikki var so hart raktur.

Jair Bolsonaro fær at hoyra fyri hvussu hann takklar støðuna viðvíkjandi covid-19.

Sambært eini veljarakanning eru tað bert ein góður triðingur av fólkinum í landinum, sum heldur, at forsetin hevur gjørt eitt gott arbeiði. Og á gøtunum eru fólk farin at savnast fyri at mótmæla forsetanum.

Samstundis sum politiska mótstøðan veksur, leggur forsetin nú eisini eftir guvernørunum í einstøku statunum fyri at seta tiltøk í verk.

Guvernørurin í Rio de Janeiro, sum eisini umfatar stórbýin við sama navni, hevur sett stongsul í verk, og heitt á fólk um at halda seg heima. Strendurnar í Rio eru stongdar, og tað sama eru skúlar, mentanarstøð og kend ferðamannamál.

Bolsonaro heldur, at guvernørurin í Rio, og eisini í landsins størsta býi, São Paulo, gera alt ov nógv av.

Hann heldur, at tað eru politisk mótstøðufólk, sum brúka virussið til at fáa hann frá valdinum.

- Hetta er ein frek herferð, ein stór absurd herferð móti landsins leiðara, væl stuðlað av miðlunum, segði Bolsonaro í samrøðuni við R7 útvarpsstøðina.

Samstundis ger hann gjøldur burtur úr fráboðaðunum um at halda fjarstøðu og arbeiða heimanífrá.

Í kvøld setir São Paulo í gildi ein stongsul í gildi, ið skal galda komandi tvær vikurnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder