Innanlands

Fóru við Smyrli av misgáum - skuldu við Norrønu

Smyril mátti venda við í gjárkvøldið, tá eitt ferðafólk við trimum børnum, sum skuldi til Íslands, varnaðist mistakið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-02 14:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað kann vera trupult útlendingum at skyna mun á Smyrli og Smyril Line. Tað mátti ein íslendsk kvinna saman við hennara trimum børnum ásanna í gjárkvøldið

Av misgáum vóru tey í gjár kvøldið komin umborð á Smyril, men skuldu við Norrønu til Íslands. Kringvarpið skrivar á heimasíðuni, at tá kvinnan varnaðist mistakið, var Smyril komin nakað út um molan í Havn.

Skiparin á Smyrli avgjørdi at venda innaftur við íslendsku ferðafólkunum, so tey kundu koma umborð á rætt skip.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder