Innanlands

Fosturtøkurnar minkaðar niður í ein fjórðing eftir tríati árum

í 2017 vórðu framdar 17 fosturtøkur, meðan talið var um 80 fosturtøkur árliga í 1980'unum

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-11-07 10:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroyingar fáa framdar nógv færri fosturtøkur nú enn fyrr. Hagtølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at gongdin er greið, og hon er minkandi.

Í 2017 vórðu 19 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er metlágt og ein fjórðingur av tí, sum var fyri meir enn tríati árum síðani. Hóast tølini eru smá og tí kunnu sveiggja nógv frá einum ári til annað, er gongdin greið, har tølini hava verið alsamt minkandi, eisini tá talið av fosturtøkum verður roknað í mun til talið av livandi føddum.

Í 1980-unum var talið av fosturtøkum um 80 árliga. Fyrru helvt av 1990-unum minkaði tað niður um 60, seinni helvt av 90-unum niður um 50, um aldarskiftið og í nullunum niður móti 40 og hesi síðstu árini niður um 30.

Nú er eisini talið av kvinnum í burðarførum aldri broytt nógv hesi árini, eins og føðitalið. Men eisini tá vit rokna í mun til føðitalið, er gongdin tann sama, eins og myndin niðanfyri vísir.

[object Object]

Minkingin er í øllum aldursbólkum
Umframt fallið í fosturtøkutíttleikanum er eisini hend ein broyting í aldursbýtinum av teimum kvinnum, sum fáa framt fosturtøku. Fram til 1990-ini var títtleikin rættiliga javnur í aldursbólkum heilt frá 20-ára aldrinum fram móti 40 ára aldrinum, tó størstur millum 25 og 29 ár.

Hetta broyttist nógv frá nullunum, sum vit síggja í myndini niðanfyri, har tað var eitt serliga stórt fall í aldursbólkinum 25-29 ár. Trý tey síðstu árini er mynstrið aftur nakað sum tað var í 1990-unum, men nógv lægri í øllum aldursbólkum.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder