Nýggja koronavirusið, sum seinasta árið hevur gjørt um seg kring heimin, stavar ikki frá einari kanningarstovu í Wuhan.
Tað staðfestir eitt uppkast til frágreiðingina hjá Heimsheilsustovninum, WHO, sum kannaði upprunnan hjá virussinum.
Í frágreiðingini framgongur, at granskarar meta tað vera "sera ósannlíkt", at korona stavar frá einari kanningarstovu. Meira sannlíkt er, at virusið er komið frá flogmús, og síðani er tað komið til menniskju frá einum øðrum djóri.
Leingi hevur verið bíðað eftir hesari frágreiðingini, sum Heimsheilsustovnurin væntar at kunna almannakunngera innan fáar dagar.
Tað er tíðindastovan AP, sum hevur fingið uppkastið til frágreiðingina frá einum sendifólki úr einum av limalondunum hjá Heimsheilsustovninum, skrivar Ritzau.
Í kanningini greiða granskarar frá fleiri ymiskum møguleikum. Hildið verður, at tað er sera sannlíkt, at virusið er komið frá einari flogmús, og antin hevur virusið spreitt seg beinleiðis til menniskju harfrá, ella umvegis eitt annað djór.
Smittuspjaðing gjøgnum kaldar matvørur verður eisini nevndur sum ein møguleiki, men kortini verður hetta ikki mett at vera serliga sannlíkt.
Tíggju granskarar hava verið í kinesiska býnum Wuhan, ið er fyrsta staðið, virusið varð funnið í menniskjum – síðst í 2019. Tað eru hesir, sum standa aftanfyri frágreiðingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald