Mánadagin doyði ein 38 ára gomul fronsk kvinna av blóðtøppi eftir at hon hevði fingið koppsetingina hjá AstraZeneca.
Familjan hjá kvinnuni hevur nú koyrt málið til ákærumyndugleikan í Toulouse í Útsynningsfraklandi.
Kæran er higartil ikki rættað móti nøkrum persóni, fyritøku ella myndugleika. Hetta kann bíða til seinni, til málið er kannað nærri, skrivar Ritzau.
Familjan ynskir í løtuni ikki nakað endurgjald, hon ynskir bert at fáa eina frágreiðing og at fáa greiðu á, hvat tað er, sum er hent, sigur sakførarin hjá familjuni.
38 ára gamla kvinnan arbeiddi á einum stovni fyri menningartarnað. Hon varð koppsett við koppingarevninum hjá AstraZeneca miðskeiðis í mars mánað, og stutt eftir gjørdist hon illa fyri og varð innløgd á sjúkrahúsi. Hon doyði av blóðtøppi í heilanum.
Familjan hjá kvinnuni ynskir, at málið verður kannað nærri fyri at vita, um hetta koppingarevnið spældi ein leiklut.
Tað var miðskeiðis í mars, at fleiri evropeisk lond fyribils góvust við at koppseta við AstraZeneca eftir at fleiri høvdu fingið blóðtøpp stutt eftir koppseting. Frakland er eitt av teimum londunum, sum síðani hevur tikið koppsetingina við AstraZeneca uppaftur.
Higartil hevur ikki borið til at víst á, at koppingarevnið elvir til blóðtøpp, men fleiri lond, harav Danmark og Noreg, ynskja at kanna hetta nærri, áðrenn AstraZeneca verður tikið í nýtslu aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald