Uttanlands

Frakland hevur fingið nýggjan forsætisráðharra

73-ára gamli Michel Barnier hevur nógvar royndir sum ráðharri og eisini úr ES. Emmanuel Macron hevur peikað á Barnier frá Les Républicains

Í Evropa er Barnier serliga kendur sum uttanríkisráðharri og ES-kommiserur. Í ES var fraklendingurin eisini eitt Brexit-samráðingarfólk (Mynd: EPA)

Í Evropa er Barnier serliga kendur sum uttanríkisráðharri og ES-kommiserur. Í ES var fraklendingurin eisini eitt Brexit-samráðingarfólk (Mynd: EPA)

2024-09-05 15:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur valdað óvissa um politisku framtíðina hjá Fraklandi seinastu mongu vikurnar. Tað eru næstan tveir mánaðir síðani, at valið var - eitt val sum Emmanuel Macron nærum í skundi skrivaði út.

Tað hevur gingið óguvliga striltið at skipa stjórn og at fáa meiriluta. Macron er kroystur av ymiskum viðurskiftum, og tað er ikki heilt greitt, at forsetin, sum tók við í 2017, heldur fram í embætinum.

Nú hevur Macron tó peika á ein forsætiráðharra. Frakland hevur - eins og til dømis Ísland - bæði forseta og forsætisráðharra.

Tað er 73-ára gamli Michel Barnier, ið fer í embæti. Í Fraklandi er hann serliga kendur sum ein royndur ráðharri. Barnier hevur havt fimm ráðharrasessir, og millum annað hevur limurin úr konservativa flokkinum Les Républicains, verið uttanríkisráðharri.

Í Evropa er Barnier eisini kendur sum ES-kommiserur. Í ES var fraklendingurin eisini eitt Brexit-samráðingarfólk; nakað sum fylti nógv fyri nøkrum árum síðani. Nú er Michel Barnier nýggjur franskur forsætisráðharri, staðfestir millum annað Reuters í dag.

So er spurningurin, nær Frakland hevur eina fullmannaða stjórn, sum skal arbeiða saman yvir longri tíð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder